Vælkomin í Skeiva Pakkhús – ein matstova við íblástri úr Italia.

 

Hvør borðreiðing er 2 tímar.

 

Á Matstovudøgum 2024 bjóða vit hesa matskrá:

4 rættir fyri 350 kr

 

Brellbitar

Djúpstokt gnocco við reyðrótalaksi og aïoli

Forrættur
Eggplanturullur við spinatricotta, blommutomatsós, romesco, mozzarella og basilikum

Høvuðsrættur

Tagliatelle við oksaragù

Omaná

Pannakotta við rabarbukremi, hunangi og mandluknasi

 

Skeiva Pakkhús er opið týsdag – sunnudag 17.30-22.00