Húsagarður 5 rættir

500 kr. í part 10 minuttur

Bólkur:

Lýsing

Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fastar matskráir við trimum og fimm rættum og stakar rættir. Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.

Hvør borðreiðing er 2 tímar.

5 rættir
Heimagjørdur Gravlaksur við sitrón
Skeljadjóra bisque við jarðkneysum
Bakað selleri við gersós
Grillað lambskjøt við gularót, sós og eplir
Heimagjørd sitrónfromasja við lakres