Ruts 2023
395 í part 30 minuttur
Ruts er matstovan á Hotel Føroyum. Staðsetingin er tann sama, og útsýnið er framvegis so gott, at tað ikki kann lýsast við orðum. Men hølini hava ongantíð verið snotiligari og maturin? Ja, hann fær alt at ganga upp í eina hægri eind.
Hvør borðreiðing er 2 tímar.
Á Matstovudøgum 2023 bjóða vit hesa matskrá:
Forrættur:
Stoktar jákupsskeljar, valnøtir, jarðkneysakrem, jarðkneysakips
Høvuðsrættur
Posjeraður toskur við rósukáli, graskarkremi og fiskaskúmi. Kips afturvið
Dessert
Vaniljuísur, fermenterað blomma og reyðrót