Lýsing
Ruts er nýggja matstovan á Hotel Føroyum. Staðsetingin er tann sama, og útsýnið er framvegis so gott, at tað ikki kann lýsast við orðum. Men hølini hava ongantíð verið snotiligari og maturin? Ja, hann fær alt at ganga upp í eina hægri eind.
Hvør borðreiðing er 2 tímar.
Á Matstovudøgum 2022 bjóða vit hesa matskrá:
Forrættur:
Roykti laksurin hjá Rut við hvítkáli
Høvuðsrættur:
Toskur à la Florentine
Dessert:
Ostaterta við drúvum í portvínslaka