Sjarma og søga, fyrstafloks matur, heimligt og hugnaligt.
Við íblástri frá tapasstílinum, men fullført við íblástri frá føroyskum matsiði og við tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða. Tapas merkir, at tú fært fleiri smáar rættir, harvið møguleika at royna eina fjølbroytta mat- og vínskrá.
Hvør borðreiðing er 2 tímar.
Á Matstovudøgum 2024 bjóða vit hesa matskrá:
5 rættir fyri 350 kr
- Heimaroyktur toskur
- Jákupsskeljar við brúnkaðum smøri og teriyaki
- Laksaceviche við urtrabland og kewpie-majo
- Braisserað lamb við rótamorl og sóltúrkað tomatsovs
- Crema Catalana
7 rættir fyri 450 kr
- Heimaroyktur toskur
- Jákupsskeljar við brúnkaðum smøri og teriyaki
- Laksaceviche við urtrabland og kewpie-majo
- Ræstfiskakrokettur við trøllanesosti
- Braisserað lamb við rótamorl og sóltúrkað tomatsovs
- Eplarættur a la Katrina
- Crema Catalana