Prísir
Prísir eru í donskum krónum (DKK).

Gjaldshættir
Gjaldast kann við Dankorti (FR-korti) og Visa/Dankort. Goldið verður umvegis gjaldsveg hjá Quickpay. Gjaldskortsupplýsingar verða sendir beinleiðis til Quickpay. Matstovudagar hevur ikki atgongd at síggja teir.

Bílegging
Bílegging og ein kvittan verða send við telduposti, beinanvegin goldið er, íroknað er avgreiðslugjald.

Iðranarrættur
Vísandi til “Forbrugeraftaleloven §17 stk. 2 saman við §9 stk. 2 nr. 2a” er keyp av atgongumerkjum ikki umfatað av iðranarrætti. Møgulig umsitingargjøld verða ikki endurgoldin.

Verður avlýst í seinasta lagi 24 tímar áðrenn bókingina, fært tú peningin aftur, men ikki bókingargjaldið sum er 40kr. Eru undir 24 tímar eftir, ber ikki til at avlýsa, og einki verður endurrindað.

Ábyrgd
Verður tiltakið avlýst, verður peningurin fyri bílegging fluttur aftur á konto hjá kundanum, men Matstovudagar tekur ikki ábyrgd av øðrum tapi hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, ið er knýtt at avlýsingini. Eru partar av skránni avlýstir, men tiltakið verður, so verða bíleggingar ikki endurgoldnar.

3D Secure

Minst til at melda kredittkortið hjá tær til 3D Secure hjá banka tínum

Tá tú keypir á netinum, verður kravt, at títt kort skal vera melda til 3D Secure. Hetta av trygdaávum.

Hetta er sum minstamark galdandi fyri Dankort, Visa Dankort og Mastercard.

Fyri at betra um trygdina, krevja vit, at øll kort, ið verða brúkt á heimasíðuni, eru melda til 3D Secure.

Hvussu gongur tað fyri seg?

Tá tú rindar á heimasíðuni og ert liðugur at keypa, t.v.s. At tú hevur tøppa allar tínar upplýsingar, verður eitt einnýtisloyniorð sent til tína telefon. Hetta koyniorðið skalt tú tøppa inn fyri at enda keypið hjá okkum.

Um tú hevur trupulleikar við keypi hjá okkum, verður tú vinaliga biðin um at seta teg í samband við tænastudepilin hjá bankanum og siga teimum telefonnummarið, sum skal nýtast í sambandi við 3D Secure.

Niðanfyri eru nummur hjá bankum:

Betri Banki: Tel +298 348000
Bank Nordik: Tel +298 330330
Suðuroyar Sparikassi: Tel +298 359870
Norðoya Sparikassi: Tel +298 475000