Ofta Spurdir Spurningar
– English version below –
Hvussu síggi eg hvørja matskrá hvør matstova hevur?
- Trýst á myndina av hvørjari matstovu á forsíðuni, síðani sært tú matskrá.
Hvussu bíleggi eg ?
- Trýst á myndina av hvørjari matstovu á forsíðuni, síðani sært tú matskrá og so er ein “Bílegg her” knøttur (letur upp 30. januar kl. 12)
Hvussu nógv fólk ber til at bíleggja til ?
- Tað er ymiskt frá matstovu til matstovu, hvussu nógv man kann bíleggja til. Vinarliga ring til matstovuna, um tú ynskir at bíleggja til fleiri enn tað, ið er møguligt.
Kann eg bíleggja eyka fólk uppá eina bílegging ?
- Ring til matstovuna, og spyr um til ber at fáa fleiri fólk uppá bíleggingina.
Bjóðar nøkur matstova vegetar og veganara matskrá ?
- Nakrar av matstovunum hava almanna kunngjørt teirra vegetar ella veganara matskrá. Hesar sært tú við at trýsta á myndirnar av ymisku matstovunum.
- Í teimum førum har eingin vegetar og veganara matskrá stendur, ber tó til at ringja til matstovuna og hoyra hvat, ið tey kunnu bjóða.
Kann eg avlýsa bíleggingina?
- Tað er upp til hvørja matstovu, men sum útgangspunkt verður ikki endurgoldið, tá ið atgongumerki til matstovudagar er goldið.
- Vit vísa til “Forbrugeraftaleloven §17 stk. 2 saman við §9 stk. 2 nr. 2a” er keyp av atgongumerkjum ikki umfatað av iðranarrætti. Tað ber tí ikki til at fáa peningin endurgoldnan.