Keypstreytirnar hjá teimum einkultu matstovunum eru galdandi (sí treytir fyri hesi longur niðri)
Eisini eru serligar treytir fyri Hvonn og Ruts (sí longur niðri)
Matstovudagar.fo er ein tekniskur veitari í samband við marknaðarføring av matstovudøgum.
Vit vísa til keypstreytirnar hjá teimum einkultu matstovunum. (sí heimasíður)
Matstovudagar.fo hevur onga ábyrgd av handfaringini av bókingini, sum matstovan setur til sølu á matstovudagar.fo. Tað er bara matstovan, sum hevur ábyrgdina av bíleggingini.
Matstovudagar.fo kann heldur ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av gerðum hjá slutbrúkarinum.
Matstovudagar.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá matstovudagar.fo ella force majeure.
Øll møgulig endurgjaldskrøv fyri bílegging skulu beinast beinleiðis til ábyrgdandi veitara av bíleggingini.
Verður bíleggingin avlýst í samband við gjaldstrot hjá fyriskiparanum, endurskipan av felagnum, flyting av bíleggingini ella onnur brek, er hetta óviðkomandi fyri matstovudagar.fo, tí skulu endurgjaldskrøv beinast til fyriskiparan/trotabúgvið.
Keypstreytir fyri Hvonn og Ruts
Gjaldshættir
Tikið verður ímóti dkk og gjaldskorti.
Bílegging
Tá bílagt verður, fært tú eina váttan um bíleggingina sendandi við telduposti. Gjaldið verður avgreitt á matstovuni, uttan eyka avgreiðslugjald.
Iðranarrættur
Um tørvur er á at broyta ella avlýsa bíleggingina, vinaliga boða matstovuni frá. Hetta er uttan nakran kostnað.
